top of page

Vegleiðing fyri innlating av uppskotum

Áðrenn tú sendir uppskot til minnismerki inn, viðmæla vit, at tú tekur tær stundir at hyggja at myndum og videobrotum frá The National Memorial Arboretum í Stórabretlandi at sígggja risastóra meingið av heiðursteknum, ið longu er har. Eisini viðmæla vit, at tú vitjar Krígssavnið yvir av Vága Floghavn at nema tær vitan og fáa íblástur.

Elí Smith

Av tí, at verkætlanin snýr seg um at heiðra tænasturnar, sum føroyska fólkið veitti undir Øðrum Heimsbardaga, og teirra offur í tí sambandi, venda vit okkum í fyrsta lagi til føroysk listafólk.


Bæði einstøk listafólk og listafólkabólkar kunnu koma við uppskotum.


Lidna minnismerkið skal flytast til Onglands, og tí er neyðugt at seta krøv til mátini: Tað skal í mesta lagi vera tveir metrar høgt og ikki breidri og/ella djúpri enn ein hálvan metur, íroknað møguligan stætt ella fót at standa á. Nevndu mátini eru í mesta lagi, men uppskot, sum eru nógv smærri í vavi, eru hjartaliga vælkomin.

unnamed.jpg

Elí Smith

Overview of The National Arboretum

Ætlanin er ikki, at umhvørvið rundan um skal broytast ella gerast partur av sjálvum minnismerkinum, og tí er tað okkara áheitan, at innsendu uppskotini heldur ikki eru av slíkum slag.


Á minnismerkinum skal rúm vera fyri at seta eina metallplátu, 30-45 cm long og 30-45 cm høg. Hetta kann vera á sjálvum listaverkinum ella á stætti/fóti undir tí. Áskrift skal ristast í metallplátuna, og nevndin í FIWMP (Faroe Islands War Memorial Project) tekur seinni støðu til, hvussu orðaljóðið skal vera.


Listaverkið skal vera gjørt úr haldførum tilfari, tí ætlanin er, at tað skal halda í allar ævir. Tí eggja vit til, at uppskotini snúgva seg um verk evnað úr metalli, steini ella glasi. Um tað verður evnað úr gróti, ella grót er partur av tí, hevði tað verið gott, um grótið var føroyskt.

Verkið kann í teknmyndamálið – súmbolum – ella við ítøkiligari myndgerð vísa leiklutin hjá føroyska fólkinum undir stríðnum. Tað kann til dømis vera leikluturinn hjá fiskimonnunum, sum áhaldandi útvegaðu Bretlandi fisk hetta tíðarskeiðið, viðurkenningin av føroyska flagginum, vinsama lógvatakið tvørtur um oyggjarnar hjá tjóðunum báðum, ella hugða hjálpin og samstarvið frá føroyska fólkinum, tá bretar við Operation Valentine komu.


Talan er um bílagt listaverk, og tí skulu útreiðslurnar í uppskotinum eisini umfata tilfar, tíð og serførleikar, eins og tað hevði verið, var talan um eitthvørt annað bílagt arbeiði.


Vit mugu hava eina ætlan fyri, hvussu langa tíð, tað fer at taka at gera verkið, roknað frá tí degi, uppskotið verður latið inn. Um arbeiðið til dømis tekur seks mánaðir, men tað ber ikki til at fara undir tað fyrr enn um tvey ár orsakað av øðrum uppgávum, so mugu vit vita hetta, tá vit skulu velja ímillum uppskotini. Er samlaða framleiðslutíðin ógvuliga lang fyri eitt ávíst verk, kann tað merkja, at vit ikki fáa valt hetta. Hesi viðurskifti biðja vit teg umhugsa gjølla, áðrenn uppskot verður latið inn.

unnamed (2).jpg

Images: Elí Smith

Oyðublaðið skal fyllast út og sendast inn við nágreiniligari myndlýsing av verkinum. Hevur tú royndir við líknandi uppgávum, vilja vit fegin hava myndir í sambandi við tær.


Tá freistin er farin, ger nevndin í FIWMP ein lista yvir møgligar listafólkakandidatar og fer síðan at vitja hesar at hoyra meira um verkini og umrøða smálutirnar nærri. Síðan verða verkini, ið verða mett at vera egnað, løgd út til almenningin at atkvøða um. Føroya Fólk fær sostatt seinasta orðið. Ætlanin er, at valda verkið verður almannakunngjørt fyri jól, og at arbeiðið at gera minnismerkið síðan kann byrja tíðliga næsta ár.

unnamed.png

Nick Hindle

Also joining our creative team is renowned master craftsman, Nick Hindle, who has previously completed many projects for the National Memorial Arboretum.  Nick is part of a family business which has been operating for over 35 years and encompasses all aspects of stonemasonry from design to production, using a variety of stones. The company has won many awards and accolades from the National Association of Memorial Masons for their design, lettering and work in particular types of stone.

​

When Elí saw Nick's work at the Arboretum in May this year, he came home with a request that we "find that man and ask him to make our granite base!" Fortunately, it didn't take too much detective work to trace Nick back to his workshop in Norfolk and, like Elí, as soon as he heard our story he wanted to be involved. We love the idea of these two men, one Faroese and the other British, working together on a project which ultimately honours both the Faroe Islanders and the British servicemen who all went through the experience of the conflict of the Second World War alongside each other. 

For our project Nick will be sourcing a piece of granite which Elí's artwork will be mounted on. He will cut the stone and shape it according to Elí's vision, and then carve the words of the dedication into it.

If you would like to find out more about Nick, his website is

bottom of page