top of page
FIWM-Oyster-Catcher-Logo.png

STUÐUL

Allur stuðul er vælkomin, fíggjarligur stuðul eins og praktisk hjálp. Fyri at tryggja at verkætlanin kann setast í gongd, hava vit brúk fyri 80.000 bretskum pundum, tað er umleið 700.000 krónur. Við hesum er høvi hjá føroyingum at minnast teirra kæru, sum lótu lív, og hjá bretum at takka einum landi, ið hjálpti teimum at lívbjarga sær undir krígnum, og sum tók so hjartaliga væl ímóti herðmonnunum í eini svárari tíð.


Vit liva í einari fyri øll torførari tíð fíggjarliga sæð, men vit eru sera takksom fyri allan stuðul, ið kann vera við at tryggja, at hetta minnismerki fer at finna sítt stað lið um lið við onnur, ið eru heiðrað við einum plássi í bretsku minnislundini The National Memorial Arboretum uttan fyri Birmingham í Onglandi.

Donate

ÁÐRENN TÚ STUÐLAR

​

Vit brúka Bretska "JustGiving". Stuðulin er tí  givin í pund sterling. Til dømis; verða £10 umleið til 87 krónur.

Legg til merkis at upphæddin er bert eitt dømi. Tú kanst sjálv/ur velja hvussu nógv tú ynskjir stuðla. Gevið gætur at beinleiðis stuðul til JustGiving er sjalvboði. Tú skalt einans trýsta har ið tað stendur 15% og velja "other" og lata teinin "£" standa blankt.  

bottom of page